Styrktur grundrakstur og stór framgongd innan realkredittfígging

Ársúrslitið í 2022 fyri skatt var 2,5 mió. kr., sum er umleið tað sama sum í 2021, tá ið úrslitið var 2,6 mió. kr. Grundraksturin øktist úr 3,7 mió. kr. í 2021 upp í 5,8 mió. kr. í 2022, ella við 57 %.

Útlánini hækkaðu við 5,0 % í 2022, innlánini hækkaðu við 1,3 % og risastórur vøkstur var innan realkredittfígging - heili 36 %. Í dag eru 25 % av øllum 1. veðrættum fíggjaðir við realkreditt – fyri fýra árum síðani var hetta talið 0.

"Í 2022 sóu vit, at kundarnir valdu realkreditt og við ársenda hevði Suðuroyar Sparikassi veitt 31 % av allari nýggjari realkredittfígging á føroyska marknaðinum”, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.

Suðuroyar Sparikassin er á rættari leið. Solvensurin øktist úr 22,2 % upp í 22,3 %. Vit eru enn í holtur við at bjálva okkum til at liva upp til hørðu kapitalkrøvini í 2025. Í 2025 er – í dag kenda - lógarkravið til samlaða solvensin hjá Suðuroyar Sparikassa 20,7 %, og tí livir Suðuroyar Sparikassi longu nú upp til lógarkravið fyri solvensin í 2025. Afturat hesum kemur eitt ætlað fríholt á 4,3 % stig, soleiðis at solvensmálið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2025 er 25,0 %. Hesum máli metir Suðuroyar Sparikassi seg røkka við vanliga rakstrinum.

Seinastu tíðina er rentan á realkredittlánum hækkað munandi og enn er ov tíðliga at síggja avleiðingarnar av hesum. Hækkandi rentustøðið bar við sær eitt kurstap á 1,5 mill kr í 2022, samanborið við ein vinning á 245 tkr. í 2021. Altjóða rentan sveiggjar sera nógv bæði upp og niður orsakað av høgu inflasjónini, og tí miðbankarnir nýta rentuna sum vápn í stríðnum móti inflasjónini. Hetta ger tað trupult at meta um kursreguleringina í 2023. Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2023 verður positivt við á leið 3,0 – 3,8 mió. fyri skatt.

Tak niður: Ársfrásøgn 2022

 

Spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo