Alment tiltak um framtíðarfulltrú
22. mars kl. 16.00 seta vit fokus á framtíðarfulltrú, tá ið Súsanna Nordendal, virkandi stjóri í Familjufyrisitingini, fer at greiða frá framtíðarfulltrú. Suðuroyar Sparikassi fer eisini at greiða frá fulltrúum innan bankatænastur.
Tiltakið verður í høvuðssæti okkara í Vági, Vágsvegur 60, kl. 16.00.
Tónleikur og okkurt søtt verður at fáa, meðan tiltakið er. Eftir tiltakið bjóða vit smyrjibreyð.
Tiltakið er ókeypis, og avvarðandi eru vælkomin við.
Neyðugt er við tilmelding á ss@ss.fo ella telefon 359874, áðrenn mánadagin 20. mars kl. 12.00.
Lutakast um góðan vinning verður millum luttakararnar.
Vælkomin