ÍtróttaFAGNADUR 2022
Róland Toftum, sum svimur í Suðuroyar Svimjifelagi, er í uppskoti til heiðurin ítróttaFYRIMYNDIN 2022.
Hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík, er í uppskoti til heiðurin ítróttaFELAGSSKAPURIN 2022.
H71 kvinnur, er í uppskoti til heiðurin ítróttaNAVNIÐ 2022.
Hondbóltsfelagið í Hoyvík hevur eisini tvey onnur nøvn í uppskoti, sum hava sín upprunað í H71.
20 ára gamli Hákun West av Teigum, sum hevur spælt við H71 fram til hann fór til Danmarkar, og nú skal spæla í týsku Bundesliguni, er í uppskoti til heiðurin ítróttaNAVNIÐ 2022.
17 ára gamli Óli Mittún, sum hevur spælt við H71 fram til 2022 og nú spælir í Svøríki, er í uppskoti til heiðurin ítróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022.
Suðuroyar Sparikassi er stuðul og hevur verið tað í nógv ár hjá bæði Suðuroyar Svimjifelagi og H71.
Ítrótturin gevur samanhald, ágrýtni og nýhugsan.
Bestu eydnu í kvøld.