1000 kr. seðlar ganga út 31. mai 2025
Danski tjóðbankin hevur avgjørt, at 1000 kr. seðlar ganga út 31. mai 2025. Fram til hesa dagfesting kunnu 1000 kr. seðlar brúkast, men eftir hetta fara teir úr gildi.
Tískil mugu teir antin brúkast ella setast inn á konto áðrenn.
Hvítvaskreglur áleggja kundum at upplýsa, hvaðani pengarnir stava frá. Kann kundin ikki tað, kann bankin nokta viðkomandi at seta peningin inn á konto.
Umframt 1.000 kr. seðlarnar, avtekur danski tjóðbankin fleiri seðlarøðir, ið eru eldri enn tær frá 2009.
Nærri kunning kann lesast á heimasíðuni hjá danska tjóðbankanum.