Freistir fyri flytingar hesa vikuna

Í sambandi við, at Kristi himmalsferðardagur 26. mai og fríggjadagurin 27. mai ikki eru bankadagar í Danmark, verða ongar bankaflytingar*) gjøgnumførdar hesar báðar dagarnar. Niðanfyri sært tú freistirnar, ið eru galdandi, um peningur skal vera á kontu hjá móttakara fyri Kristi himmalsferðardag.

Lønarflytingar
Lønarflytingar mugu avgreiðast í seinasta lagi týsdagin 24. mai kl. 15.30.

Lønir, ið verða fluttar eftir hesa freist, koma á kontu hjá móttakara mánadagin 30. mai.

 

Flytingar til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa
Seinasta freist at gera flytingar til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa er mikudagin 25. mai kl.18.30. 

 

Flytingar til kontu í øðrum peningastovni
Seinasta freist at gera vanliga flyting til kontu í øðrum peningastovni er týsdagin 24. mai kl. 18.30. Freistin at gera flyting sama dag er mikudagin 25. mai kl. 11. 

 

Flytingar til útheimin
Seinasta freist at gera flytingar til útheimin er mikudagin 25. mai kl. 12.

 

 

*) Skundflytingar, flytingar til útheimin undantiknar
Hesar kunnu altíð gerast og koma á kontu hjá móttakara beinanvegin.