16-9 2

Nýggi Netbankin fer at brúka Samleikan

Føroysku peningastovnarnir menna í løtuni ein nýggjan Netbanka til kundarnar. Næstu mánaðirnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið, og longu nú ber til hjá privatkundum at royna nýggja Netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn. Eftir ætlan skulu allir føroyingar hava skift til nýggja Netbankan í vár.


Lán og avtalur kunnu undirskrivast við Samleikanum

Peningastovnarnir fara nú undir at brúka Samleikan, tá ið kundar skriva undir lán og aðrar avtalur. Í tí sambandi heita peningastovnarnir á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo


Ein fyrimunur at skráseta seg í góðari tíð

Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsóknin viðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin er klárur, og øll skulu brúka Samleikan til innritan.

 

Royn nýggja Netbankan til teldu/teldil her

Í App Store eitur nýggi Netbankin Netbanki SSP

appstore

 

Í Google Play eitur Netbankin Netbanki SSP

Google Play