Rentustuðul
Rentustuðul verður veittur eftir umsókn til lán til egnan bústað, í sambandi við keyp, bygging, umbygging ella -væling av bústaðinum.
Treytin fyri at fáa rentustuðul er at tú ert fult skattskyldug/-ur í Føroyum og býrt í húsunum.
Rentustuðul verður veittur fyri hvørt matrikulnummar, óansæð hvussu nógv eiga ognina.
Í sambandi við nýbygging verður rentustuðul latin fyri rentuútreiðslur í upp til 2 ár frammanundan at flutt verður inn í nýggja heimið. Gevið gætur at rentustuðulin verður útgoldin eftir at flutt er inn í nýggja heimið.
Hevur tú lestarlán frá Studna/SU, er eisini møguleika at søkja um rentustuðul, (Eisini verður rentustuðul veittur til lestrarlán frá Studna/SU,) eins og til øll lán veitt fyri 18. januar 1991.
Rentustuðul verður vanliga útgoldin mánaðarliga beinleiðis á kontu hjá tær í bankanum. Tú velur sjálvur hvør konta tað skal vera.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi positivt úrslit fyrra hálvár 2023
Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísur eitt úrslit á 2,8 mió. kr. sammett við 1,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar
Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin 28. juli 2023 hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.
Seg teg í samband við okkum