Nýtsluyvirlit
Nýtsluyvirlitið gevur tær eitt lætt og væl skipað yvirlit yvir tína privatnýtslu. Tú kanst hvønn mánað síggja hvussu nýtslan er bólkað og kann síggja nýtsluna 12 mánaðir aftur í tíð.
Tað er bert tú sum sært nýtsluyvirlitið - kundaráðgevin sær ikki nýtsluyvirlitið.
Nýtsluyvirlitið sæst í Netbankanum á teldu/teldli og snildfon, og gevur grafiskt fíggjarligt yvirlit tvørtur um tínar kontur.
Yvirlitið er deilt upp í hesirbólkar:
Fastar útreiðslur
Aðrar útreiðslur
Samlaðar útreiðslur
Tú avgerð sjálv/-ur hvørjar kontur skulu við í Nýtsluyvirlitið. Og tú kanst lætt flyta eina útreiðslu frá einum bólki til ein annan.
Ofta settir spurningar/OSS
Hví eru 3 ringar ovast - hvat merkir tað?
Teir 3 ringarnir merkja:
- Fastar útreiðslur: Eru útreiðslur, sum eru tær somu ella næstan tær somu hvønn mánað - t.d. húsaleiga, hiti, barnaansing v.m.
- Skiftandi útreiðslur: Eru útreiðslur, sum eru skiftandi, eitt nú innkeyp, og nýtsla annars til eitt nú húsarhald, klæði, skógvar, matstovur.
- Útreiðslur tilsamans: Fastar og skiftandi útreiðslur tilsamans.
Hví eru ongar av bókingunum bólkaðar undir ókent?
Onkrar bókingar eru, sum vit ikki kunnu bólka. Tær verða tí bólkaðar sum ókendar.
Tú hevur tó møguleika sjálv/-ur at gera nýggjar bólkar og at flyta bókingar.
Hvussu finni eg nýtsluyvirlitið?
Tú sleppur inn á Nýtsluyvirlitið tvær staðir í Netbankanum á teldu/teldli og Netbankanum sum app.
Antin við at trýsta á 'Kontur> Nýtsluyvirlit' í valmyndini, ella við at trýsta á eina av ímyndunum við síðuna av dagfestingini í 'Konturørslur'.
Hvussu flyti eg bókingar millum bólkar?
Soleiðis flytir tú bókingar millum bólkar:
- Far inn í Nýtsluyvirlitið > Trýst á bókingina
- Trýst á bólka myndina
- Vel bólk
- Trýst á 'Skift bólk'
Hvussu geri eg av, hvørjar kontur skulu vera við?
Nýtsluyvirlitið vísir samlaðu útreiðslurnar av teimum kontum, sum tú hevur merkt sum 'favoritkontur'.
Tekur tú kontur úr ella leggur afturat tínum favoritkontum, hendir broytingin sjálvsvirkandi í Nýtsluyvirlitinum. Broytingin sæst eisini í Kontuyvirlitinum.
Til ber at broyta favoritkontur undir 'Kontuinnstillingar'.
Seinni verður eisini møguligt at broyta kontur í Nýtsluyvirlitinum, uttan at gera broytingarn í favoritkontur.
Hvussu verður kortkeyp í ymsum handlum bólkað?
Handilin avger sjálvur, hvussu kortterminalurin verður skrásettur hjá Nets. Hendan skrásetingin sæst aftur í bólkingini í tínum Nýtsluyvirliti. Tú hevur møguleika at umbólka bókingina til annan bólk.
Sær peningastovnurin mítt Nýtsluyvirlit?
Seg teg í samband við okkum