Netbanki sum app

Netbankin á snildfonini virkar líka sum Netbankin á teldu/teldli, og er líka tryggur sum Netbankin á teldu/teldli. Men vit ráða tær til at hava eina kotu á sjálvari snildfonini, umframt altíð at dagføra stýrisskipanina á snildfonini og á appunum. 

Minst eisini til, at útrita teg úr Netbankanum, tá ið tú ert liðug/-ur at brúka Netbankan.

Tú meldar teg til Netbankan sum app, í Netbankanum á telduni/teldlinum. 

Tað ber eisini til, at fáa Netbankan á snildfonina, uttan at hava Netbankan til teldu/teldil.

Ofta settir spurningar/OSS

Hvat er eitt univers?

Univers er ein røð av ímyndum, sum hvør sær rúma tær upplýsingar, sum tú vanliga finnur í valmyndini.

Í valmyndini eru hesi univers: Yvirlit, Gjaldingar, Íløgur og Samband.

Hvat sæst í Yvirlit?
Yvirlit gevur tær eina samlaða mynd av tínum kontum. Tú gert av, hvussu tínar kontur skulu síggjast í yvirlitinum. Um tær skulu vísa tær seinastu bókingarnar ella ikki. Samstundis er Yvirlitið ein skjót leið at rinda rokningar og flyta pening.
Hvat er Gjaldingar universi?
Gjaldingar universi er útbakkin hjá tær og atgongdin til at ringda rokningar og flyta pening. Her kanst tú eisini rokna gjaldoyrakostnað.
Hvat er Íløgu universi?
Íløgu universi gevur tær møguleika at keypa og selja partabrøv beinleiðis á snildfonini, og halda eyga við tínum íløgum.
Hvat er Samband universi?
Samband universi er beina leiðin til at sperra kort, og til at finna okkara deildir og sjálvtøkur.