Netbankatrygd
Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, so ansa eftir, at tín telda ikki verður veikasta liðið.
Tú hevur ábyrgdina av tíni egnu teldu.
Peningastovnarnir dagføra áhaldandi sínar telduskipanir fyri at verja okkum øll ímóti teldusníkum - dagførir tú tína teldu?
Ansa eftir (følskum) telduposti, SMS-boði og uppringing
Nøvnini hjá VISA, Mastercard, NemID, Nets, SKAT og PayPal eru fleiri ferðir vorðin misbrúkt í samband við phishing. Hetta eru mátar, sum sníkar seta seg í samband við tilvildarligar móttakarar, har móttakarin verður biðin um at fylgja leinkjum og lata kortupplýsingar v.m.
Um tú hevur illgruna til tílíkan teldupost ella sms-boð verður tú biðin um
- ikki at svara teldupostinum ella sms-boðnum
- ikki at fylgja leinkinum
- sletta teldupostin/sms-boði bæði úr tínum innbakka og úr sjálvari pappírskurvini.
Eftir hetta verður tú biðin um at dagføra títt antivirus forrit, og skanna tína teldu.
Um tú hevur upplýst títt kortnummar
Hevur tú longu upplýst títt kortnummar, lokadag og eftirlitstal, verður tú skjótast til ber biðin um at seta teg í samband við okkum ella Nets og sperra kortið
- Suðuroyar Sparikassa, telefon 359870, millum kl. 9.30-16.00
- Nets í Danmark, svarar alt samdøgrið
telefon +45 44892929 (VISA/Dankort)
telefon +45 44892750 (Mastercard)
Góð telduráð
- Nýt eitt antivirusforrit, sum verður dagført sjálvirkandi og altíð er virkið.
- Trygdardagføringar til telduna skulu altíð setast í verk.
- Nýt herundir dagførd forrit av Adobe Flash Player og Adobe Acrobat Reader.
- Nýt ein persónligan firewall á telduni.
- Trýst ikki á leinkjur og lat ikki viðfestar fílur upp, sum tú fært umvegis teldupost, um tú ikki veitst, hvør sendarin er.
- Ansa eftir følskum teldupostum – “phishing” teldupostum – har, sníkar siga seg vera t.d. Nets, NemID, Visa, Mastercard, SKAT/TAKS ella ein peningastovnur.
- Kanna tínar kontur javnan. Set teg í samband við tín peningastovn beinanvegin, um okkurt er skeivt.
- Hevur tú illgruna um at virus er á telduni, so skalt tú bíða við at brúka netbankan, til trupulleikin er loystur.
- Ver sera varin við at lata tínar persónligu upplýsingar umvegis netið – t.d. í telduposti ella umvegis onkra heimasíðu.
- Tak bert niður forrit frá netinum, sum eru frá álítandi keldum og heimasíðum.
- Ansa væl eftir tínum loyniorðum. Tey skulu vera torfør at gita. Nýt tí ikki føðingardag og annað slíkt sum loyniorð.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Lat teg ikki lumpa – føroyskir stovnar og bankar í felags kunningarátaki ímóti snýti á netinum
Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll
Seg teg í samband við okkum