Byggja
Ynskir tú at byggja nýggj sethús, er tað nógv at taka støðu til. Hvar í landinum? Skal tað teknast av arkitekti, ella ein heildarloyst frá byggifyritøku ella skal eg tekna tey sjálv/-ur?
Hetta, saman við hvussu nógv ein vil og kann binda seg fíggjarliga, eru avgerðir sum skulu takast tíðliga í tilgongdini av byggingini.
Tá tú hevur avgjørt hvar í landinum byggjast skal, er skilagott at fáa at vita hvørjir fíggjarmøguleikar eru og hvussu nógv ein kann læna fyri, soleiðis at váttan uppá fígging er tøk, tá tú fært bjóða eitt grundstykki.
Tá tú skalt byrja at byggja, verður byggilánið stovnað sum eitt slag av einum kreditti. Byggilánið verður játtað við eini maks upphædd, og so hvørt rokningarnar til sjálva byggingina skulu rindast, verður peningurin fluttur av byggikredittinum.
Fyri at fáa eitt byggilán, er tað avgerandi, at tú hevur gjørt tær eina kostnaðar- og tíðarætlan, fingið tekningar og byggiloyvið frá kommununi ella avvarandi mynduleika. Somuleiðis skalt tú tryggja tær skeytið í tínum navni.
Tá ið byggingin er liðug, verður byggilánið - eftir nærri avtalu - broytt til bústaðarlán.
Á breddanum

Suðuroyar Sparikassi og VB gjørt stuðulsavtalu
Suðuroyar Sparikassi fer komandi 4 árini at stuðla ungdómsdeildini hjá VB.

Suðuroyar Sparikassi og H71 hava longt stuðulssamstarvið
Suðuroyar Sparikassi heldur fram sum ein av stórstuðlunum hjá H71.

Ert tú okkara nýggja starvsfólk í fyrisitingini?
Vit sóknast eftir starvsfólki til fyrisitingina við starvsstaði í høvuðssætinum í Vági

Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er metstórt – tó við nuansum
Hálvársúrslitið 2025 vísir eitt úrslit á 4,5 mió. kr. áðrenn skatt sammett við 3,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Seg teg í samband við okkum
