Persónsupplýsingar
Persónsupplýsingar verða útvegaðar og viðgjørdar
Tá eitt nýtt kundaviðurskifti verður stovnað, útvegar Suðuroyar Sparikassi ymsar persónsupplýsingar um kunda. Tað veri seg navn, bústað og persónstal at brúka í sambandi við tilboð um ymsar fíggjarligar veitingar, herímillum kundaráðgeving, kundarøkt, kundafyrisiting, kredittmeting og marknaðarføring.
Tá gjaldsmiðling verður nýtt, herímillum kreditt- og gjaldskort, kekkar, netbanka o.a., verða upplýsingar útvegaðar frá handlum, peningastovnum og øðrum. Hesar upplýsingar verða einans útvegaðar fyri, at Suðuroyar Sparikassi kann fremja gjaldingina rætt og gera kontuavrit, gjaldsyvirlit og líknandi.
Tað er sjálvboðið, um tú ynskir at lata Suðuroyar Sparikassa upplýsingarnar, men upplýsingarnar kunnu verða neyðugar fyri, at Suðuroyar Sparikassi kann geva tær fullgóða ráðgeving, viðgera ein fyrispurning um lán ella aðra avgreiðslu.
Nærri kunning um upplýsingar, ið vit nýta
Upptøkur av telefonsamrøðum
At geva upplýsingar víðari
Fyri at játta og útinna avtalur við teg, t.d. at flyta upphæddir til onnur, verða upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at eyðmerkja teg og fremja avtaluna, givnar víðari.
Upplýsingar verða givnar víðari til almennu myndugleikarnar í tann mun, lóggávan krevur tað, t.d. upplýsingar til skattavaldið.
Heldur tú ikki tínar skyldur mótvegis Suðuroyar Sparikassa, kann Suðuroyar Sparikassi boða kredittupplýsingastovum og/ella ávaringaryvirlitum frá samsvarandi teimum reglum, sum eru galdandi um hetta.Viðskiftainnlit í nýtslu av persónsupplýsingum
Tú hevur rætt til – í samsvari við reglurnar í persónsdátulógini – at fáa innlit í, hvørjar upplýsingar Suðuroyar Sparikassi nýtir um teg. Suðuroyar Sparikassi kann rokna sær eitt gjald fyri at geva tær svar.
Áheitan um innlit skal latast Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, 900 Vágur.
Skeivar ella villeiðandi upplýsingar
Mótmæli móti nýtslu av upplýsingum
Klaga um nýtslu av upplýsingum
Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu Suðuroyar Sparikassi nýtir persónsupplýsingar v.m. um teg, kanst tú klaga til:
Dátueftirlitið dat@dat.fo
Heiðavegur 25 FO-600 Saltangará
Tlf. +298 309 100 https://www.dat.fo/
Seg teg í samband við okkum