Persónsupplýsingarpolitikkur - cookies
Her verður greitt frá, hvussu Suðuroyar Sparikassi nýtir talgildu slóðina, tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðuna og Netbanka okkara.
Ein cookie er ein lítil tekst-fíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu. Ein cookie er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.
Tá ið tú vitjar heimasíðuna ella Netbankan hjá Suðuroyar Sparikassa senda cookies fylgjandi upplýsingar:
· hvørjar síður á ss.fo tú vitjar og nær
· hvønn kaga tú brúkar
· hvørja upploysn skermurin hevur
· hvørja stýriskipan teldan hevur
· hvørja heimasíðu tú vitjaði beint áðrenn okkara
· hvønn IP-bústað tú hevur
· hvørja java útgávu teldan hevur.
Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna.
Upplýsingarnar frá cookies kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá cookies verða givnar víðari ella seldar triðja parti.
Tú kanst altíð nokta at brúka cookies á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við at uttan cookies kanst tú møguliga ikki brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka cookies frá heimasíðuni hjá Suðuroyar Sparikassa, kanst tú í kaganum tú brúkar tær skráseta ss.fo á listan yvir heimasíður tú ikki ynskir cookies frá. Samstundis er eisini møguleiki fyri í flestu kagum at strika cookies, sum kagin longu hevur lagt á telduna.
Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av cookies frá ss.fo ella strika cookies, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar ss.fo brúkið av cookies frá heimasíðuni hjá Suðuroyar Sparikassa.
Um tú umvegis heimasíðuna hjá Suðuroyar Sparikassa ynskir samband, sendir t-post til okkara, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir títt navn, t-post, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til at viðgera og svara tínari áheitan. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar.
Cookies – Netbankin
Cookies, sum netbankin ger og nýtir,verða sjálvvirkandi strikaðar, tá ið tú letur kagan aftur. Tað er tí ikki nóg mikið bert at útrita úr netbankanum fyri at strika cookies í netbankanum.
Gloymir tú at lata kagan aftur, eftir at tú hevur útrita teg úr netbankanum, kann innihaldið av cookies frá netbankanum ikki brúkast til at misbrúka tín netbanka. Hetta er eisini galdandi, hóast ein annar innritar seg í netbanka við somu teldu og kaga.
Netbankin kan ikki brúkast uttan at cookies verða lagdar á tína teldu. Í sambandi við, at tú brúkar Netbankan hjá Suðuroyar Sparikassa, góðkennir tú samstundis, at cookies verða lagdar á tína teldu.
Mínir Pengar/KidsApp (privacy policy)
Upplýsingar um brúkaran
Hesar upplýsingar verða sendar til skipanina (SDC, sum er okkara veitari av KT tænastum):
- P-tal
- PIN - stovnað fyri at fáa atgongd til MínirPengar avtaluna
Hesar upplýsingar móttekur appin í sambandi við nýtslu:
- Kontu og bókingarupplýsingar
- Kontunummur
- Saldur
- Einstakar bókingarupplýsingar
- bókingardagfesting og tíð
- bókingartekstur/viðmerking
- upphædd
Upplýsingar til greiningarendamál
Hesar upplýsingar um brúkarans nýtslu verða goymdar til greiningarendamál.
Upplýsingar um eindina, sum verður brúkt - fartelefon ella teldil:
- InstallID, sum eyðmerkir app-installatiónina. Hetta broytist ikki, so leingi appin er á eindini. Heldur ikki, um appin verður dagførd. um appin verður strikað og løgd innaftur á eindina, verður nýtt installID tillutað.
- Málstilling - tí í sambandi við heintan av tekstum til appina, tillagar hon seg til valda málið á eindini
- appVersion og AppBuild - versiónsnummarið av appini
- osName/osBuild/osVersion - stýrisskipan og versiónsnummar av hesari
- timeZoneOffset - tíðarsonan, sum eindin er í
- carrierName/carrierCountry - navn og landakota hjá televeitara
- oemName/modell - navn á framleiðara av eindini, og modellnavn
- screenSize - skermupploysn á eindini
Upplýsingar um nýtslu
Hesar upplýsingar/hendingar lýsa nýtsluna til greiningarendamál:
- Sessionstart - tíðareyðmerking fyri nær appin verður latin upp
- Síðuvísing - hvørja ferð brúkarin letur eina síðu upp í appini, verður hetta skrásett sum ein hending
- Feilfráboðanir - tá onkur feilur kemur fyri, verða feilboð víst
Móttakarar av persónsupplýsingum
Suðuroyar Sparikassi
- App versiónsnummar - tá appin letur upp, verður fyrispurningur sendur fyri at kanna um versiónsnummarið er galdandi, ella ov gamalt. Um versiónin er ov gomul, verða boð víst um at dagføra appina.
SDC
- Login - í smabndi við login verður P-tal og PIN sent til SDC fyri at geva brúkaranum atgongd. Hesar upplýsingar verða nýttar til login, og verða sostatt deildar við SDC:
- P-tal
- PIN
Microsoft Appcenter
- Upplýsingar um nýtslu - upplýsingarnar nevndar omanfyri, verða goymdar í Microsoft App Center. Kontan sum hetta verður sent til, er skrásett í navninum hjá SDC.