Mastercard Debitt Gull

Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagar er kr. 50.000. Hámarkið fyri úttøku í sjálvtøkum er kr. 6.000 pr. leypandi 24 tímar, og tú kanst keypa fyri í mesta lagi kr. 50.000 um samdøgrið í handlum, matstovum, á internetinum o.s.fr.

Við Mastercard Gull fylgja ferðatrygging og longd vørutrygging. Ferðatryggingin fevnir um bæði kortánara, hjúnafelaga/sambúgvandi hjá kortánara, umframt børn hjá kortánara, ið eru yngri enn 21 ár. Tað er ikki eitt krav, at ferðin skal vera goldin við kortinum. Tryggingin fevnir um bæði privat ferðir, arbeiðsferðir, og privat- og arbeiðsferð í einum.

Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og hvítvørur verður longt við upp til 3 ár. Fyri at longda vørutryggingin skal vera galdandi, skal vøran vera keypt við kortinum, og kvittanin fyri vøruna skal vera tøk. Sí tryggingartreytirnar fyri Mastercard Gull her.