Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar

7. juni 2024 lækkaði Tjóðbankin leiðandi rentuna fyri fyrstu ferð í fimm ár. Rentan lækkar við 0,25%-stigum.

 

Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.

 

Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

 

  • Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,25%-stigum.

 

  • Allar rentur á bundnu kontunum, so sum eftirlønarkontu, 18 mðr., samansparingarkontu, barna- og ungdómskonti, verða óbroyttar,

 

  • Renturnar á teimum óbundnu kontunum lækka við 0,25%-stigum.

 

Broytingarnar koma í gildi 1. august 2024.

 

Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.