Kostnaðarbroytingar á virðisbrævaøkinum

Samstarvsbanki okkara, Sparekassen Kronjylland, hækkar ymiskar prísir á virðisbrævaøkinum. Hetta merkir, at okkara prísir eisini hækka.

Nýggju prísirnir koma í gildi 2. september 2024 og tænastugjaldsyvirlitið á heimasíðu okkara verður broytt tá.

Talan er um hesar broytingar:

Kostnaðarslag

Nýggir prísir galdandi frá 2. september 2024

Kurtaga, handil umvegis ráðgeva, donsk lánsbrøv

0,15 % av kursvirði. Í minsta lagi 175 kr.

Flyting av danskari fondskotu frá einari goymslu til aðra/annan peningastovn

200 kr. pr. fondskotu. Í mesta lagi 1000 kr

Varðveitsla av útlendskum virðisbrøvum í goymslu

0,25 % av hægsta kursvirði árliga + mvg. Í minsta lagi 250 kr.

Varðveitsla av útlendskum virðisbrøvum í goymslu, har partabrævakursurin er undir 5 USD

500 kr. pr. fondskotu árliga