Suðuroyar Sparikassi positivt úrslit fyrra hálvár 2023

Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísur eitt úrslit á 2,8 mió. kr. sammett við 1,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at rentustøðið er hægri og umframt at virksemið er økt.

 

Økt virksemi

Útlánini hækkaðu úr 549 mió. kr. upp í 587 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 38 mió. kr. ella 7,0 %.

Innlánini vóru 677 mió. kr. sammett við 676 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, sum svarar til eina hækking á 1 mió. kr. ella 0,15 %.

 

Solvensur og gjaldføri

Solvensurin var 22,0 % samanborið við 21,4 % í 2022. Lyklatalið fyri gjaldførið var 354 % í mun til lógarkravið á 100 %.

 

Søren Lünell Bruhn, stjóri, er vælnøgdur við gongdina higartil í ár: «Vit eru nøgd við, at vit hava fingið fleiri góðar kundar, sum vit ynskja hjartaliga vælkomnar í okkara familju. Úrslitið er nøktandi og í samsvar við væntanirnar, tá árið byrjaði»


Úrslitið fyri fyrra hálvár 2023:

Úrslit eftir skatt: 2,8 mió. krónur

Útlán: 587 mió. krónur

Innlán: 677 mió. krónur

Solvensur: 22 %

 

Hálvársroknsúrslitið finst her og spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.