Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar

Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin 4. mai 2023 aftur hækkaðu leiðandi rentuna, hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.
Rentuhækkingarnar merkja, at innlánsrenturnar hækka við upp til 0,40%-stigum p.a.

Útlánsrenturnar hækka við upp til 0,25%-stigum p.a. fyri bæði privat- og vinnukundar.

Rentubroytingarnar koma í gildi 10. juli 2023.