Freistir fyri flytingar ísv. Kristi himmalsferðardag

Í sambandi við, at Kristi himmalsferðardagur 18. mai og fríggjadagurin 19. mai ikki eru bankadagar í Danmark, verða ongar bankaflytingar*) gjøgnumførdar hesar báðar dagarnar. Niðanfyri sært tú freistirnar, ið eru galdandi, um peningur skal vera á kontu hjá móttakara fyri Kristi himmalsferðardag.

 

Lønarflytingar
Lønarflytingar mugu avgreiðast í seinasta lagi týsdagin 16. mai kl. 15.30.

Lønir, ið verða fluttar eftir hesa freist, koma á kontu hjá móttakara mánadagin 22. mai.

 

Flytingar til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa
Seinasta freist at gera flytingar til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa er mikudagin 17. mai kl.18.30. 

 

Flytingar til kontu í øðrum peningastovni
Seinasta freist at gera vanliga flyting til kontu í øðrum peningastovni er týsdagin 16. mai kl. 18.30. Freistin at gera flyting sama dag er mikudagin 17. mai kl. 11. 

 

Flytingar til útheimin
Seinasta freist at gera flytingar til útheimin er mikudagin 17. mai kl. 12.

 

 

*) Skundflytingar, flytingar til útheimin undantiknar
Hesar kunnu altíð gerast og koma á kontu hjá móttakara beinanvegin.