NemID til Netbanka
NemID er eitt talgilt merki/undirskrift sum verður brúkt upp á tvørs av føroysku peningastovnunum til Netbankan. Tað er ein felags loysn, so tú brúkar sama innritingar loynital uttan mun til hvønn Netbanka tú ritar inn í.
NemID-merki/undirskrift inniheldur:
- eitt brúkara eyðmerki
- eitt loynital
- eitt fysiskt lyklakort ella eina lyklaapp
At brúka hesi trý samansett, gevur eina høga trygd.
Sperra NemID
Um tú missur NemID lyklakortið ella hevur illgruna um at nakar misnýtur títt lyklakort, skalt tú, í somu løtu tú varnast tað sperra lyklakortið her. Hetta er eisini galdandi um onnur enn tú hava atgongd til lyklakortið.
Gloymt loynitalið til NemID
Hevur tú gloymt loynitalið, ber til at bíleggja eitt fyribils loynital.
Bílegg loynital her ella set teg í samband við okkum.
Ofta settir spurningar
Hvussu broyti eg loynitalið?
Hvussu nógv tekn skal loynitalið vera?
Loynital við minst seks teknum
Velur tú loynital við minst seks teknum, skal loynitalið lúka fylgjandi treytir:
- Skal vera millum 6 og 40 tekn
- Skal innihalda bæði bókstavir og tøl
- Má ikki innihalda sertekn sum t.d. æ, ø, á
- Má ikki byrja ella enda við einum blonkum/tómum tekni
- Má ikki innihalda títt p-tal, cpr- ella NemID-nummar
- Má ikki innihalda fýra eins tekn upp í slag
Loynitalið skilur millum stórar og smáar bókstavir, og loyvd sertekt eru: { } ! # " $ ’ % ^ & , * ( ) _ + - = : ; ? . og @.
Loynital við fýra tølum
Velur tú loynital við fýra tølum, skal loynitalið lúka fylgjandi treytir:
- Skal vera fýra tøl.
- Má ikki innihalda fýra eins tøl.
- Má ikki vera sett saman av talrað t.d. 1234 ella 5678.
- Má ikki vera ein partur av tínum p-tali ella cpr-nummari.
Hvussu sperri eg lyklakortið?
Hvussu sperri eg NemID
Á breddanum

Ert tú okkara nýggi kundaráðgevi á deildini í Havn?
Vit sóknast eftir kundaráðgeva til deildina í Havn

Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og broytingarnar koma í gildi 15. juli 2025.

Ert tú okkara summarferiuavloysari til deildina í Havn?
Vit hava tørv á røskum summarferiuavloysara til deldina í Havn millum 7. juli, ella fyrr, og 8. august 2025.

Freistir fyri Kristi himmalferðardag
Hósdagur 29. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum.
Seg teg í samband við okkum