Ansa tær fyri sníkum!

Falskur teldupostur, smsboð ella telefonuppringing

Teldusníkar nýta ofta nøvn hjá t.d. Visa, Mastercard, Nets og Paypal, tá ið teir royna at snýta fólk.

Tað kemur ongantíð fyri, at Suðuroyar Sparikassi, almennir myndugleikar ella tey omanfyrinevndu senda ein teldupost ella sms-boð við einum leinki, har tú sum kundi verður biðin um at upplýsa ella vátta persónligar upplýsingar og/ella kortupplýsingar. Tískil skalt tú vera sera ansin, um tú fært slíkt sendandi ella verður uppringd/ur og eigur at skanna telduna og dagføra antivirusforrit.

  • ikki at svara teldupostinum ella sms-boðnum
  • ikki at fylgja leinkinum
  • sletta teldupostin/sms-boðið bæði úr tínum innbakka og úr sjálvari ruskspannini.

Tá ið sníkarnir seta seg í samband við fólk, verður móttakarin biðin um at fylgja leinkjum og eitt nú lata teimum kortupplýsingar, sum teir síðani kunnu missnýta.