3D Secure - trygt keyp á netinum
Tá ið tú keypir við gjaldskorti á netinum, verður tú ofta biðin um attøppa inn eitt 3D Secure loynital, ið er ein eyka trygd hjá tær, sum keypir á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri Verified by Visa, MasterCard ID Check og Dankort Secured by Nets.
Í januar 2021 komu í gildi reglar, ið ásettu, at allir handlar í ES skulu nýta 3D Secure. Hetta er til tess ar fyribyrgja misnýtslu av gjaldskortum.
Um kundi er tilmeldaður 3D Secure og verður avvístur, skal viðkomandi seta seg í samband við handilin og boða frá hesum.
Handlar og fyritøkur skulu seta seg í samband við netkeypsveitaran, t.d. Nets.
Á breddanum
Ert tú okkara nýggi næmingur?
Vit sóknast eftir næmingi til høvuðssætið í Vági.
Freistir fyri flytingar hesa vikuna
Í sambandi við, at Kristi himmalsferðardagur 26. mai og fríggjadagurin 27. mai ikki eru bankadagar í Danmark, verða ongar bankaflytingar*) gjøgnumførdar hesar báðar dagarnar.
Seg teg í samband við okkum