EftirlønarKonta
Tað er álagt øllum fult skattskyldigum upp til eftirlønaraldur at spara saman til egna eftirløn. Persónar føddir fyri 1. januar 1954 hava ikki skyldu at spara saman,
men kunnu sjálvbodnir gera hetta.
Í 2023 er kravið, at tú rindar í minsta lagi 9 % av lønini í eftirløn.

Eingin rentuskattur skal gjaldast av samansparingini og EftirlønarKontan er kreditorvard.
Inngjald, sum arbeiðsgevarin ger á EftirlønarKontuna, skal ikki roknast sum partur av skattskyldugu inntøkuni, tí arbeiðsgevarin dregur inngjaldið frá í skattskyldugu inntøkuni, samstundis sum lønin verður flutt. Tað vil siga, at í hesum føri verður frádrátturin roknaður beinanvegin, og tær nýtist tí ikki at skráseta frádráttin í sjálvuppgávuni.
Fyri persónlig inngjøld eftir 1. januar 2014 verður frádrátturin fyri egnu inngjøldini á EftirlønarKontuna og avrokning av eftirlønarskattinum uppgjørd sama ár, sum ein partur av skattauppgerðini. Tú kanst draga alt inngjaldið á EftirlønarKontuna frá skattskyldugu inntøkuni.
Hevur tú lutvísa inntøku uttanlands, eigur tú at venda tær til TAKS fyri at fáa vegleiðing um frádráttarmøguleikarnar.
Útgjaldstíðin kann í fyrsta lagi byrja, tá tú nært fólkapensjónsaldur t.v.s. 67 ár. Og tað er tá tú avgerð, hvussu samansparingin skal útgjaldast.
Sum meginregla, so skal samansparingin verða útgoldin soleiðis:
- Í mesta lagi 15% í einum.
- Í mesta lagi 55% sum mánaðarlig útgjøld í minst 10 ár.
- Í minsta lagi 45% sum mánaðarlig útgjøld restina av lívinum.
Um so er, at tú sum kontuánari doyr, áðrenn útgjaldstíðin er byrjað og/ella áðrenn øll samansparingin er útgoldin, fellur útgjaldið – um onnur avtala ikki er galdandi - til tilskilaða sambært eftirlønarsáttmálanum.
Suðuroyar Sparikassi tekur einki ómaks- ella umsitingargjald fyri EftirlønarKontu. Tó eru tænastugjøld, um samansparingin verður flutt í annan stovn.
Tosa við tín kundaráðgeva og dagfør tína EftirlønarKontu. Um tú ikki hevur eina - stovna so eina hjá okkum.
Á breddanum

Ert tú okkara nýggi kundaráðgevi á deildini í Havn?
Vit sóknast eftir kundaráðgeva til deildina í Havn

Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og broytingarnar koma í gildi 15. juli 2025.

Ert tú okkara summarferiuavloysari til deildina í Havn?
Vit hava tørv á røskum summarferiuavloysara til deldina í Havn millum 7. juli, ella fyrr, og 8. august 2025.

Freistir fyri Kristi himmalferðardag
Hósdagur 29. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum.
Seg teg í samband við okkum