Broyttar treytir á Visa/Dankort

Frá 13. juni 2023 verða treytirnar á Visa/Dankort broyttar, so at nýtsluhámarkið verður 25.000 kr fyri hvørjar 14 dagar. Í dag er nýtsluhámarkið á  Visa/Dankort 25.000 kr fyri hvørjar 30 dagar.

Broytingin merkir, at Visa/Dankortið frameftir kann brúkast meira, áðrenn ein rakar nýtsluhámarkið.

Hámarkið fyri úttøku í sjálvtøkum verður óbroytt. Galdandi fyri VISA/Dankort er, at tú í mesta lagi kanst taka út kr. 5.000 um samdøgrið í sjálvtøkum hjá Suðuroyar Sparikassa í upplatingartíðunum, og kr. 2.000 um samdøgrið uttanfyri upplatingartíðirnar. Mest loyvda upphædd, tá ið kortið verður brúkt í sjálvtøkum hjá øðrum peningastovnum, er kr. 2.000 um samdøgrið.  

Saldueftirlit er á kontuni, tá ið kortið verður brúkt í sjálvtøkum hjá Suðuroyar Sparikassa.