Yvir 60 ár og hevur frívirði í ognini?
Ert tú yvir 60 ár, eigur fasta ogn og hevur frívirði í ognini, so kunnu vit bjóða OgnarEftirløn.
OgnarEftirløn er eitt munagott tilboð til tín, ið ikki hevur aðra inntøku enn vanligu fólkapensjónina, ella hugsar um at arbeiða niðursetta tíð.
Við OgnarEftirløn fært tú møguleika at brúka samansparingina, sum er í frívirðinum í eini fastari ogn, ígjøgnum tíni eftirlønarár.
OgnarEftirløn er eitt slag av láni, har ið lánið hækkar so hvørt tú fært eitt útgjald. Við støði í frívirðinum, kanst tú fáa eitt mánaðarligt útgjald ella stakupphæddir eftir avtalu.
Fasta ognin, ið er grundarlagið fyri OgnarEftirlønini, verður virðismett 5. hvørt ár.
OgnarEftirløn kann soleiðis gerast eitt munagott ískoyti til tín, ið er komin upp í árini og bert hevur vanligu fólkapensjónina at dúva uppá.
OgnarEftirløn kann geva tær møguleika at gera tað tú hevur hug til.
Á breddanum
Søren L. Bruhn 50 ár
3. oktober verður Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, 50 ár.
Vit fylla 81 ár
Týsdagin 1. oktober eru tað 81 ár, síðan vit byrjaðu okkara virksemi. Øll eru hjartaliga vælkomin inn í deildir okkara at fáa sær drekkamunn og kaku.
Seg teg í samband við okkum