Nýggjur Netbanki til privatkundar

16-9 2


Nú kanst tú sum privatkundi royna nýggja Netbankan - bæði til teldu/teldil og sum App.

Arbeitt verður enn við nýggja netbankanum, men nú kunnu bæði privatkundar og vinnukundar nýta nýggja Netbankan.


 

Royn nýggja netbankan til teldu og teldil

Útsjóndin í nýggja Netbankanum er broytt, men flestu funkurnar eru tær somu sum áður, tó koma onkrar nýggjar funkur afturat.

Ein av nýggju funkunum, sum virkar longu nú, er galdandi bæði fyri Netbankan á teldu/teldli og í Netbankanum sum App, er at tú sært PIN kotuna til kortini hjá tær í Netbankanum. Harumframt fært tú frameftir PIN-kotuna til nýggja kortið beinleiðis í nýggja Netbankan – hon verður ikki send við posti.

Um tú av onkrari orsøk ikki hevur Netbanka, ella ikki sært kort tíni í Netbankanum (t.d. børn) - verður PIN-kotan tó framvegis send við posti.

Sum nakað nýtt fert tú at kunna gera tað mesta í Netbankanum sum App, sum tú kanst gera á telduni/teldli.

Hetta merkir, at tú í Netbankanum sum App longu nú:

  • sært Skjalagoymsluna
  • kanst undirskriva skjøl við Samleikanum
  • kanst gera flyting til útheimin 

 

Í Netbankanum og Netbankanum sum App, er skjótt at koma til flytingar – niðast í høgra horni eru tveir ørvar, trýst á teir og tú kemur beinleiðis inn á flytingarmyndina.

 

App til iPhone

App til Android