Netbankin á teldu/teldli
Skráset fartelefonnummarið í Netbankanum
Sum liður í arbeiðinum at tryggja Netbankan so væl sum yvirhøvur gjørligt, er tað neyðugt at tú sum privatpersónur skrásetur títt fartelefonnummar í Netbankanum. Er einki fartelefonnummar skrásett, ber ikki til at fremja flytingar yvir eina ávísa upphædd í Netbankanum.
Tá ein ella fleiri flytingar yvir eina ávísa upphædd verða gjørdar í Netbankanum, fært tú sms-boð við eini einnýtiskotu á ta fartelefonnummarið, sum er skrásett í Netbankanum. Tí er neyðugt, at hava fartelefonina hjá tær, tá ið tú gert flytingar í Netbankanum.Tú fært upplýst, at ein flyting er við at verða framd í tínum Netbanka, og tú verður biðin um at tøppa einnýtiskotuna í Netbankan fyri at góðkenna og fremja flytingina. Flytingar til lond uttan fyri danska kongaríkið skulu váttast við einnýtiskotu utttan mun til upphædd.
Einnýtiskota er bert galdandi fyri privatkundar og bert fyri flytingar gjørdar í Netbankanum á eini teldu/teldli.
Á breddanum

MobilePay væntandi klárt í summar
Føroysku peningastovnarnir eru júst vorðnir kunnaðir um, at MobilePay-loysnin til Føroya tekur longri tíð at menna enn væntað.

Freistir fyri at gera flytingar áðrenn páskir og flaggdagin 2025
Tryggja tær, at flytingar verða framdar áðrenn páskir og flaggdagin.
Seg teg í samband við okkum