Mastercard Kreditt Platinum
Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagar er kr. 100.000. Hámarkið fyri úttøku í sjálvtøkum er kr. 10.000 pr. leypandi 24 tímar, og kr. 50.000 pr. leypandi 30 dagar.
Við Mastercard Platinum fylgja góð ferðatrygging og longd vørutrygging. Ferðatryggingin fevnir um bæði kortánaran, hjúnafelaga/sambúgvandi hjá kortánara og kortánarans børn yngri enn 21 ár. Tað er ikki eitt krav, at ferðin skal vera goldin við kortinum. Tryggingin fevnir um bæði privat ferðir, arbeiðsferðir, og privat- og arbeiðsferð í einum.
Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og hvítvørur verður longt við upp til 3 ár. Fyri at longd vørutrygging skal vera galdandi, skal vøran vera keypt við Mastercard Platinum kortinum, og kvittan fyri vøruna skal vera tøk. Sí tryggingartreytirnar fyri Mastercard Platinum her.
Mastercard Platinum gevur tær eisini høvi at fáa eitt Priority Pass –
hetta kort er persónligt og gevur tær møguleika at nýta lounges í ymsum
býum í verðini. Í Danmark gevur Priority Pass tær høvi at vitja lounges
í floghavnunum í Billund og í Keypmannahavn. Við Priority Pass hevur tú
høvi til at nýta lounges, líka mikið hvørjum flogfelagi tú ferðast við
ella hvønn ferðaseðil tú hevur. Somuleiðis hevur tú møguleika at bjóða
gestum innar við. Kostnaðurin er $30 fyri hvønn, hvørja ferð ein lounges
verður vitjað.
Priority Pass skal bíleggjast í Suðuroyar Sparikassa
Sí meiri um Priority Pass her.