Spar saman til ferðina
Ein ferð kostar nógv og tí kann vera snilt at leggja pening til síðis fyri at spara saman til ferðina yvir eitt longri tíðarskeið. Soleiðis gerst ferðin ikki ein ovurhondsstór útreiðsla, men nakað, ið tú hevur spart saman til leingi.
Tað er eisini snilt at bíleggja ferðina og gisting í góðari tíð, tí tá kanst tú spara fitt av peningi. Hav eisini í huga, at tryggingar og møguliga uppihaldsloyvi og koppsetingar skulu rindast.
Eitt hugskot er at stovna eina kontu - eina ferðakontu - har tú kanst flyta eina ávísa upphædd á t.d. mánaðarliga, sum tú fært lagt pening til síðis.
Á breddanum
Kunning
Stuðul
Stuðulsavtalan við B36 longd
Vit stuðla framhaldandi arbeiðinum hjá ungdóminum og besta kvinnuliðnum hjá B36
Kunning
Ársaðalfundur 11. mars 2024
Ársaðalfundur verður mánadagin 11. mars 2024 í høvuðssætinum í Vági.